Georg Suðurgarð leiðari á Skeiðsdeplinum

   

Tann 1. mars bleiv Georg Suðurgarð settur í starv sum leiðari fyri Skeiðsdeplinum við Marknagil í Havn. Georg, ið er 58 ára gamal, er dani, føddur í Ålborg. Hann kom til Føroyar fyrstu ferð í 1988, tá hann bleiv settur sum stjóri á P/F Data. Seinni hevði hann sína egnu fyritøku, P/F Rittin Virkisráðgeving, í Havn. Í 1993 flutti hann til Danmarkar, har hann hevur arbeitt á Ledelsesakademiet á Århus Købmandsskole. Georg er útbúgvin merkonom og lesur í løtuni til "Master i organisatorisk læring" við Ålborg Universitet. Seinnu árini hevur hann undirvíst í diplomleiðaraútbúgvingum. Georg er giftur við føroyskari konu, Poulinu, f. Olsen, úr Fuglafirði. Tey búgva í dag á Skála.
Skeiðsdepililin (SDM) er undirskipaður Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn.
Uppgávna hjá leiðaranum er t.d. at hava fíggjarligu leiðsluna og umsitingina av deplinum, at menna depilin og leggja skeiðini til rættis. Skeiðsdepilin kemur nú at gera meira við leiðaraútbúgvingar.