George Michael ? Songs From The Last Century

Gjøgnumsúrgaður poppari roynir seg sum big band sangara

Enski poppmeistarin ? heimsins besti popp sangari, sum fleiri kalla hann ? hevur leitað aftur í tíðina, funnið nakrar av sínum yndissangum og síðani latið teir í big-band-kryddaðan Las Vegas búna saman við produsaranum Phil Ramone.

George Michael syngur swing. Hann syngur væl. ?Brother Can You Spare A Dime?, ?Wild Is The Wind? og ?My Baby Just Cares For Me? teljast millum útvaldu løgini. Hansara fraseringar eru fantastiska væl útførdar, hann liggur væl rytmiskt og dugir væl við dynamikkinum.

Hetta er kortini ikki nóg mikið.

Útgávan er tíverri fullkomiliga vandaleys og uttan nakað nýtt element, sum ikki er hoyrt túsund ferðir áður á annars so flottu jazzleiðini. Hetta er klisje ? kanska ikki fyri George Michael at syngja jazz, men fyri tónleikasøguliga afturhvarvið er onki nýtt undir sólini á ?Songs From The Last Century?.

Tú kanst spyrja teg sjálvan, hvør grundin er at geva út slíka fløgu. Svarið er sambært George Michael sjálvan, at hann elskar hesi løgini. Tað eru eisini áhugaverdar løtur á ?Songs From The Last Century?. Eitt nú er útsetingin av gamla Police lagnum ?Roxanne? flott og øðrvísi frá upprunalagnum. George gevur sína egnu sera musikalsku og sterku tulking.

Hví kennist tað kortini, sum okkurt vantar, tá 10. og síðsta lagið ?Where Or When? er farið afturum?

Kanska er orsøkin, at her liggur eisini ein farri av musikalskum snobbaríi í hesi útgávuni. ?Songs From The Last Century? luktar av Big Money og Big Band. Men her er onki Big Bang.

?It has been, without doubt, the most fun I have ever had in a studio? sigur George Michael sjálvur innan í húsanum. Tað skal vera honum væl unt.

Vónandi fer enski sangarin tó skjótt aftur til arbeiðis og gevur eitt sindur meira av sær sjálvum enn bara talentríkar fraseringar til gamlar klassikarar.