Georgia fór avstað við dreymaferðini hjá Føroyum

EM24: Tað kundi verið Føroyar, sum fór til EM-endaspælið

Khvicha Kvaratskhelia er stóri spælarin hjá Georgia

Georgia fór avstað við dreymaferðini hjá føroyska landsliðnum. Georgia er komið til EM gjøgnum Nations League við at vinna á Luksemborg og Grikkalandi. Luksemborg fekk plássið við at blíva nummar tvey í Nations League bólki 1 í deild C. Luksemborg fekk 11 stig í tí bólkinum, meðan Føroyar fingu átta.

 

Um Føroyar vunnu á heimavølli móti Luksemborg – heldur enn taptu – so var tað føroyska liðið, sum fekk kjansin at spæla móti Georgia í hálvfinaluni. Og vit hava fyrr prógvað, at vit kunnu vinna á Grikkalandi, sum bíðaði í finaluni.

 

Georgia er klárt veikasta liðið á pappírinum til EM-endaspælið. Hetta er eitt atgongumerki, sum verður givið við tí fyri eyga, at tey lægri styrkismettu londini skuldi fáa okkurt at droyma um í Nations League. Georgia er í bólki F saman við Portugal, Kekkia og Turkalandi.

 

Ein stórspælari

 

Tað er bara ein spælari á liðnum, sum kann kalla seg ein stórspælari. Tað er Khvicha Kvaratskhelia úr Napoli. Við einum máli í øðrum hvørjum dysti fyri Georgia er Khvicha Kvaratskhelia klárt størsta stjørnan hjá georgiska landsliðnum. So væl gekk í meistaraárinum hjá Napoli í fjør, at hann fekk heiðursnavnið Kvaradona, eftir Diego Maradona. Hann verður týdningarmiklasti spælari hjá Georgia til EM.

 

Tá tað er sagt, so eru fleiri spælarar, ið spæla á einum rímiligum stigi. Tað eru spælarar í sponskum, italskum, fronskum og enskum fótbólti, men teir umboða ikki tey stóru feløgini.

 

Venjari er fyrrverandi franski landsliðsspælarin Willy Sagnol. Hann hevur royndir sum spælari í Bayern München og hevur verið venjari hjá Bordeaux, franska U21-landsliðnum og hjálparvenjari hjá Bayern München.

 

Við honum hevur Georgia vunnið næstan helmingin av dystunum, sum eru nakrir og 30 í tali. Tað vitnar um framgongd og samanhald, men tað verður helst ikki nóg nógv til at gera mun í Týsklandi í summar. Georgia skal gleðast um at hava vunnið seg til EM, men tað er ósannlíkt, at tað verður til meira enn eitt gott ball.

 

Føroyar hava tvær ferðir spælt móti Georgia. Fyrru ferð taptu vit 6-0 í einum marrudysti á Svangaskarði. Seinnu ferð taptu vit 3-1 í Tbilisi, men vit skuldu havt fingið okkurt málið afturat tí, sum Rógvi Jacobsen skoraði. Føroysk feløg hava fleiri ferðir spælt móti georgiskari mótstøðu. Besta úrslitið eigur KÍ við 6-1 sigri móti Dinamo Tblisi í 2020. Teimum á baki kemur NSÍ við sínum 1-0 sigri í 2008.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Giorgi Mamardashvili (Valencia)

 

Giorgi Loria (Dinamo Tbilisi)

 

Luka Gugeshashvili (Qarabag)

 

Verjuspælarar:

 

Solomon Kverkvelia (Al-Okhdood)

 

Giorgi Gvelesiani (Persepolis)

 

Guram Kashia (Slovan Bratislava)

 

Jimmy Tabidze (Panetolikos)

 

Lasha Dvali (APOEL)

 

Luka Lochoshvili (Cremonese)

 

Otar Kakabadze (Cracovia)

 

Giorgi Gocholeishvili (Shakhtar)

 

Miðvarllarar:

 

Giorgi Chakvetadze (Watford)

 

Anzor Mekvabishvili (U.Craiova)

 

Gabriel Sigua (Basel)

 

Otar Kiteishvili (Sturm Graz)

 

Nika Kwekveskiri (Lech Poznan)

 

Giorgi Kochorashvili (Levante)

 

Sandro Altunashvili (Wolfsberger)

 

Áleyparar:

 

Levan Shengelia (Panetolikos)

 

Giorgi Tsitaishvili (Dinamo Batumi)

 

Saba Lobzhanidze (Atlanta United)

 

Giorgi Mikoutadze (Metz)

 

Budu Zivzivadze (Karlsruhe)

 

Giorgi Kvilitaia (APOEL)

 

Khvicha Kvaratskhelia (Napoli)

 

Zuriko Davitashvili (Bordeaux)

 

Venjari: Willy Sagnol (Frakland)

 

Khvicha Kvaratskhelia er stóri spælarin hjá Georgia