Mark Rutte nýggjur Nato aðalskrivari

Nato londini hava valt hollendska forsætisráðharran, Mark Rutte, til nýggja Nato aðalskrivara.

Hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, verður nýggjur Nato aðalskrivari eftir Jens Stoltenberg Mynd: Johanna Geron/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Mark Rutte skal loysa av norska Jens Stoltenberg, sum hevur verið Nato aðalskrivari síðani 2014. Jens Stoltenberg er fyrrverandi norskur forsætisráðharri. Tað var hann árini 2000-2001 og 2005 til 2013. Hann var formaður í norska Javnaðarflokkinum frá 2002 til 2014.

Mark RUtte er 57 ára gamal. Hann er formaður í hollendska flokkinum Frælsi og Fólkaræðið (VVD), og hevur verið stjórnarleiðari í Hollandi síðani 2010, tá hann tók við sum tann fyrist liberali stjórnarleiðarin í Hollandi í 92 ár.

 

Hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, verður nýggjur Nato aðalskrivari eftir Jens Stoltenberg Mynd: Johanna Geron/Reuters/Ritzau Scanpix