Í annaðkvøld verður farið undir nýggju EM undankappingina, tá ið Føroyar á Svangaskarði taka ímóti Georgia.
Føroyar og Georgia hava ongantíð áður spælt landsdyst móti hvørjum øðrum á hægsta støði. Men føroyskur fótbóltur hevur fleiri ferðir kent sviðan av, at Georgia ikki er at spæla við, hóast landið ikki hevur luttikið í endaspølum, og hóast landið ikki er serliga ovarlaga á altjóða styrkislistanum.
Fyri tveimum árum síðani spældi HB í Europa Cup móti FC WIT úr Georgia. Á útivølli legði HB rygg til 5-0 tap. Á heimavølli gekk munandi betur, og tað hevði verið óført, um landsliðið í annað kvøld hevði gjørt HB tað bargdið eftir. HB vann 3-0!
Uttan at taka nakað frá óføra HB avrikinum ta ferðina, so spældi tað ivaleyst inn, at georgiska liðið á heimavølli so at siga hevði tryggjað sær víðari luttøku. Men georgiska liðið var týðuliga skelkað á Tórsvølli, og tað upplivilsið hevur landsliðsvenjari teirra ivaleyst mint sínar spælarar á, at hann á ongan hátt ynskir skal verða endurtikið
Ferðin til Georgia
Í 2002 var føroyska U-19 landsliðið í Georgia, har Føroyar luttóku í EM undankapping. Hini londini vóru Ukreina, Georgia og Belgia. Føroyar endaðu aftast, og Ukreina vann kappingina. Georgia gjørdist næstbest, og Belgia endaði á triðja plássi.
Í uppgerðini millum heimaliðið og Føroyar vann Georgia 2-0. Føroyar megnaðu at halda tætt allan 1. hálvleik. Georgia skoraði í 62. og 82. minutti.
Venjari hjá føroyska U-19 landsliðnum ta ferðina var Jógvan Martin Olsen, sum nú er venjari hjá a-landsliðnum. Fleiri av spælarunum, sum ta ferðina vóru á georgiska liðnum, eru nú við í Føroyum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Føroyski venjarin hevur eisini fleiri av teimum, sum fyri fýra árum síðani vóru í Georgia, við á sínum liði. Hesir eru Hanus Thorleifsson, Símun Samuelsen og Hans Pauli Samuelsen. Bergur Midjord, sum eftir vikuskiftið gav avboð til henda landsdystin, var eisini við í Georgia fyri fýra árum síðani.
Endaði í UEFA
Jógvan Martin Olsen kennir væl stóra bóltevnini hjá Georgia, og hann hevur saman við spælarunum sæð onkrar upptøkur, men tað hevur borið illa til at fáa tilfar har eysturi frá.
- Vit hava gjørt okkara besta, og vit hava brúkiligt tilfar, men sum so ofta áður, so hevur tað víst seg torført at samskifta við lond langt eysturi í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Tá ið Føroyar vóru í Georgia fyri fýra árum síðani, lótu spælararnir illa at umstøðunum, sum teir búðu undir. Eftir heimkomuna setti FSF seg í samband við UEFA, og tað varð sagt at bera við sær, at europeiska fótbóltssamgongan síðani hevur havt betri eftirlit við, hvussu umstøðurnar hava verið, har sovornar kappingar hava verið.