Ger sjónleikadreymin til veruleika

Gongur tú við einum leikstjóra, leikhøvunda ella sjónleikara í búkinum, er møguleiki at taka dreymin eitt stig víðari, nú Leiklistarskúli Føroya fer av bakkastokki.



Síðst í hesum mánaðinum fer Leiklistarskúli Føroya at bjóða áhugaðum frálæru hjá royndum undirvísararum í sjónleiki, leikskriving og leikstjórn. Skeiðini eru úrslit av samstarvi millum Meginfelag Áhugaleikara Føroya og Føroya Fólkaháskúla. 



Frá hugskoti til leikrit

Tað verður íslendski leikhøvundurin Karl Ágúst Úlfsson, sum fer at undirvísa í at skriva til pall. Hetta skeiðið byrjar við, at næmingarnir læra nakrar gundreglur um, hvat skal til fyri at skriva leikrit. Síðani verður farið undir praktiskar venjingar.

Tey, ið eru í ferð við at skriva ein leik, eiga at taka hann við sær. Eisini vil Karl Ágúst Úlfsson fegin hoyra hugskot til leikir, sjálvt um næmingarnir ikki hava skrivað tey niður á pappír enn. Skrivarabólkurin ferð síðani gjøgnum hugskotini til ætlaðar leikir, og venjingar á skeiðnum skulu hjálpa høvundunum at fáa leikin skrivaðan lidnan. Undir hesum venjingunum venja næmingarnir eisini smáar leikir, sum verða leiktir móti endanum á skeiðnum.

Karl Ágúst Úlfsson hevur drúgvar royndir sum leikhøvundur, og hevur hann seinnu árini starvast í leikhúsi og sjónvarpi Íslands sum høvundur, týðari og leikstjóri. 



Royn teg sum leikstjóra

Leikstjórin Sigrún Valbergsdóttir leikstjórnaði herfyri einrøðuleikin ”Sjóvevur”, ið gav sjónleikaranum Eyð Matras virðislønina Ársins Herðaklapp. Nú Sigrun Valbergsdóttir kemur aftur til Føroyar, verður tað sum undirvísari á skeiðnum í leikstjórn, sum Leiklistarskúlin bjóðar.

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava nakað av royndum við spæla sjónleik ella við at leikstjórna. Í fyrilestrum og samrøðum við næmingarnar fer Sigrun Valbergsdótttir gjøgnum arbeiðsgongdina, tá ein leikuppseting fer fram. Millum evnini, ið verða viðgjørd, er arbeiðsøkið og ábyrgdin hjá leikstjóranum og hvussu hann fyrireikar sítt arbeiði hvønn dag.

Skeiðið hevur eisini ein praktiskan part, har næmingarnir fáa brot úr leikritum at fyrireika. Út frá hesum verður arbeitt við improvisatión, har leikstjóranæmingarnir skulu vera virknir sum leikarar hvør hjá øðrum. 



Upp á pall

Skeiðið í leiklist snýr seg um grundleggjandi endamálið við at flyta fram leik á palli. Her læra næmingarnir at skapa kreativ hugløg, har teir venja hugsavnan, umhugsan, falsloysi og álit. Eisini verða venjingar í at skapa karakterir við rødd, kenslum og kroppi. Harumframt fáa næmingarnir innlit í, hvussu ein søga verður til, har teir millum annað arbeiða við skapanargleði og skapanarmegi.

Tað verður Águsta Skúladóttir, sum stendur fyri skeiðnum í leiklist. Hon hevur starvast sum sjónleikari í London, og var við til at stovna leikbólkin Icelandic Take Away Theatre, har hon hevur verið við sum leikari, leikstjóri og høvundur. 





Fakta


Leiklistarskúli í Føroyum


Leiklistarskúli Føroya er úrslit av samstarvi millum Meginfelag Áhugaleikara Føroya og Føroya Fólkaháskúla.

Leiklistarskúlin byrjar í ár og heldur fram næsta ár.

Undirvíst verður í leiklist, leikstjórn og í at skriva til pall.

Frálæran fer fram á Háskúlanum, har næmingarnir eisini gista.


Skúlin byrjar mikukvøldi 30. apríl klokkan 20 og endar sunnudagin 4. mai klokkan 17.

Næmingarnir fáa skeiðsváttan frá skúlanum og fáa møguleika at halda áfram við lestrinum 20. til 24. mai 2009