Trivnaður
Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at gera ein gøtu frá Oyggjarvegnum oman á Norðasta Horn.
Umleið 960 metrar av gøtu vóru gjørdar, tá ið SEV legði kaðal frá Húsareyni til støðina við Krossin á Velbastaðvegnum.
Gøtan endaði oman fyri húsini hjá H. Rubeksen. Hiðani varð ætlan at fara víðari fram móti Norðasta Horni til ríðiøkið í Havnardali og runt um Vesturvarða. Eisini at fáa samband við Krossin á Velbastaðvegnum.
Málið byrjaði í 1998 tá ið Spastikarafelagnum søkti um gøtu til tey rørslutarnaðu at ríða á. Síðani tá hava bæði Byggi- og býarskipanarnevndin, Fìggjarnevndin og tekniska nevnd samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við umsóknini.
? Gøtan verður nógv brúkt til gongutúrar, og vakurt útsýni er yvir býin og Nólsoyarfjørð, sigur Býráðið
Framhald av gøtuni er uml. 1550 m við teymum oman til Krossin og til býlingin á Norðasta Horni.
Tað arbeiðið er mett at kosta 775.000 krónur.
Á Býráðsfundi seinasta hósdag varð samtykt at játta 200.000 krónur í ár so at arbeiðið kann bjóðast út og byrja í ár.