Tey sjálvbodnu koma til Føroya í sambandi við menningar- og marknaðarátakið Preserve Faroe Islands. Átakið byggir á sokallaða Voluntourism, har sjálvboðið arbeiði og ferðavinna verða samantvinna, og er eitt samstarv ímillum Visit Faroe Islands, kommunur og kunningarstovur í Føroyum.
Klakkur er ein av best umtøktu gongutúrunum í Norðoyggjum - bæði hjá ferðafólki og ímillum norðoyingar, og dagligi streymurin av gongufólki hevur sett síni spor í lendið.
Tísskil er stórur tørvur á at byrja arbeiðið við at gera eina gøtu, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.
Í samráð við hagan verður gøtan leidd frá byrgingini, og so langt niðan, sum náast kann uppá tveir dagar. Eisini verður eitt skeltið sett upp, sum lýsir túrin og minnir ferðafólk á góðan atburð í haganum - eitt nú at lata portrið aftur, og at fylgja gøtuni.
Úr heimsins herðashornum niðan á Klakk
Talan er um ein samansettan hóp, sum fer til arbeiðis á Klakki.
Talan er um sjálvbodnar føroyingar, men eisini luttakarar úr Meksiko, Bulgaria, Lettlandi, Norra og Finnlandi.
Tey sjálvbodnu fara at arbeiða saman við Hans Hjalta Skaale, býargartnara, sum hevur drúgvar royndir við at gera gøtur í føroyskum lendi. Fyrireikingarnar til arbeiðið eru longu í gongd, og ein partur av tilfarinum verður flogið niðan við tyrlu í dag. Hartil verða veitir grivnar frammanundan, so lendið er drenað og klárt at arbeiða við.
Í Norðoyggjum er tað Klaksvíkar kommuna, sum stuðlar verkætlanini millum annað við tilfari og arbeiðsmegi.
At arbeitt verður á Klakki 26. og 27. apríl merkir, at leiðin niðan á Klakk verður stongd fyri vanligum ferðafólki hesar dagar, men longu 28. apríl verður latið uppaftur, og um alt gongur sum ætlað, so verður longu tá gangandi eftir fyrsta parti av gøtuni niðan á Klakk.