Vágs Býráð hevur u samtykt at geraein gongugøtu framvið Skálá, sum rennur mitt oman ígjøgnum bygdina.
Gøtan verður gjørd úr vegnum á Fossi, niðan til Skótahúsið.
Tey, sum búgva í Skálabø, hava leingi viljað havt eina slíka gøtu, tí skulu tey til húsar niðri úr bygdini, er tað ein rættiligur umvegur at ganga eftir tí vanliga koyrivegnum, so nú gongugøtan kemur, fer tað at stytta væl um teinin.
20.000 krónur eru settar til endamálið.