Gera heilsudepil fyri 1,3 milliónir krónur

Mynd: Runavíkar kommuna

Heilsumiðstøðin í Runavík skal framyvir vera ein heilsudepil. Tað er tó ikki bara at siga tað broyta navn, tí við nýggja navninum fylgja nøkur krøv til umbyggingar av hølunum. Umbyggingar sum kosta 1,3 milliónir krónur.


Umbyggingin og navnabroytingin er ein liður í avtaluni millum kommunurnar kring Skálafjørðin og Heilsumálaráðið um Skálafjarðar læknadømi og felags heilsudepil. Tað skrivar Runavíkar kommuna á síni heimasíðu.


Aftaná navnabroytingina fer nýggi depilin at húsa trimum kommunulækna viðtalum við viðkomandi heilsustarvsfólki.


Kommunan upplýsir, at tað verður TN Bygging, ið kemur at standa fyri arbeiðinum at umbyggja hølini. Nýggi heilsudepilin verður væntandi liðugur í mai. 

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna