Gera ikki mismun á børnum

- Er talan um vanligar stuðulstímar til eitt barn ella eina familja, verður koyringin hjá tí, sum skal veita hendan stuðulin, ikki tikin frá tillutaðu tímunum frá Almannastovuni uttan mun til, hvar í Føroyum hesi búgva, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni

BARNAVERND
Almannastovan ger ikki mismun á børnum á bygd og í bý. Hetta sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni, í viðmerking til grein í Sosialinum í gjár. Har vístu vit á eitt ítøkiligt dømi, har ein familja á bygd fær sambært tilmæli frá barnaverndini á staðnum tillutað 20 tímar stuðul í heiminum, men tá ið samanumkemur skal koyringin hjá stuðlinum, sum býr í Havn, roknast frá tímunum. Teir tjúgu tímarnir minkaðu sostatt við einum triðingi. Barnaverndarlimurin, vit tosaðu við, vísti umframt á onnur ónøktandi viðurskifti í samskiftinum við Almannastovuna.
- Er talan um vanligar stuðulstímar til eitt barn ella eina familja, uttan mun til, hvar í Føroyum hesi búgva, skal koyringin hjá tí, sum skal veita hendan stuðulin, ikki takast frá tillutaðu tímunum frá Almannastovuni. Flutningurin millum heim og arbeiðsstað hjá stuðlinum kemur ikki arbeiðsgevaranum við, sigur Petra Joensen.
    Við øðrum orðum eru tjúgu tímar stuðul veruliga tjúgu tímar. Er hinvegin talan um onnur tiltøk, Almannastovan setur í verk í einum heimi, broytist myndin. Stjórin á Almannastovuni kann sjálvsagt ikki fara inn í ítøkiliga dømið, vit hava víst á, men sigur kortini, at ymiskt kann henda í eini viðgerð, sum ger, at hjálpin, ið barnaverndin biður um, verður ein onnur enn upprunaliga ætlað. Eitt nú, um eingin søkir lýstu størvini.
- Nógv tiltøk kunnu játtast sambært grein 22 í lógini. Verður annað tiltak enn beinleiðis stuðul játtað, eitt nú familjuráðgeving, er støðan ein heilt onnur. Har verður í hvørjum einstøkum føri mett, hvussu nógv ráðgeving er neyðug, og í so máta eru øll líka fyri lógini.
    Við øðrum orðum kunnu vit útleiða út frá hesum døminum, at ger Almannastovan av at veita eitt nú familjuráðgeving ístaðin fyri stuðul, verður tíðin ráðgevin brúkar til koyring til familjuna, ið skal hava hjálp, tikin frá.
    Nógva staðni í Føroyum er eftir øllum at døma trupult at útvega stuðlar til børn og familjur, ið tørvar hjálp, hóast lýst verður væl og leingi í bløðunum. Serliga á smærri bygdum er hetta ein trupulleiki.
- Tað er týdningarmikið at gera stuðulsøkið meiri spennandi, soleiðis, at fleiri søkja størvini, sigur Petra Joensen.
    
Bygnaðarbroytingar
Barnaverndarlimurin, Sosialurin tosaði við í blaðnum í gjár, finnist at drúgvu avgreiðslutíðini á Almannastovuni. Frá tí ein barnavernd sendir eina umsókn til Almannastovuna um stuðul, gongur mangan upp ímóti einum ári, til umsóknin endaliga er avgreidd.
- Tað er sjálvsagt ikki rímiligt, at tað í førum tekur so langa tíð. Skjót hjálp er umráðandi innan hetta økið, og spurningurin er um galdandi mannagongd er ov tung.
    Bygnaðarbroytingar fara í løtuni fram á Almannastovuni, sum hava til endamáls eitt nú at gera samskiftið millum stovn og brúkara betri.
- Bygnaðurin er broyttur innan barnaverndarøkið, soleiðis at ein deild á stovninum burturav umsitur økið fyri alt landið. Hesar broytingarnar eru gjørdar fyri at menna barnaverndarøkið og vit miða ímóti, at barnaverndirnar fáa eina skjóta og góða viðgerð. Hinvegin skulu einstøku málini barnaverndirnar arbeiða við altíð lýsast væl áðrenn vit kunnu taka eina avgerð, og har eru fastar mannagongdir, sum barnaverndirnar fylgja, sigur Petra Joensen.
    Leiðarin á nýggju deildini á Almannastovuni er Beinta Festirstein, løgfrøðingur. Hon tók við starvinum 1. jan.