Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu var í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun og greiddi frá spennandi og fjøltáttaðu skránni, sum verður á Torradøgunum í Klaksvík í komandi viku.
Rás2 og Dávur umrøddu eisini barndómsheimið hjá honum, læknahúsini í Fuglafirði, sum nú eru vorðið dagtilhald fyri dement.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra prátið, sum var á Rás2 í morgun.