- Filmsvinnan er eitt økið vit júst hava valt at fokusera uppá, so vit halta eitt sindur aftaná. Vit eiga tó heilt vist at marknaðarføra Føroyar sum filmsland, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum.
Á aðrari grein á in.fo sæst, at Jákup Dahl, bachelor í drama og filmi, eftirlýsir politiska vælvild tá umræður at marknaðarføra Føroyar sum filmsland.
Bjørn Kalsø vísir á, at pengar nú eru markaðir til film og filmsverkætlanir á fíggjarlógini, og tískil er gongd komið á hetta økið, hóast føroyska filmsvinnan helst haltar nakað aftanfyri filmsvinnuna í londunum kring okkum.
- Í Mentamálaráðnum royna vit at fokusera nógv uppá eina framtíðar filmsvinu í hesum døgum, og júst hatta við at promovera Føroyar sum filmsland er nakað, sum vit heilt avgjørt skulu gera nakað við, sigur Bjørn Kalsø.
Hann vísir á, at Mentamálaráðið seinastu árini hevur verið á altjóða bókamessum við føroyskum rithøvdunum, og at hetta hevur givið úrslit.
- Tað sama kunnu vit uttan iva gera við føroyskan film. Eitt er, at okkara framúr góðu filmsframleiðarar í Føroyum fara út í heim og kanska geva øðrum áhuga at koma hendan vegin, men vit kundu eisini gjørt meira við tað, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at Mentamálaráðið hevur spælt við í nýggjari útlendskum filmsverkætlan, tí tey eru greið yvir, at tað hevði havt stóran týdning fyri Føroyar, at fingið ein stórfilm framleiddan her.
- Men eg skal viðganga, at vit halta nakað aftaná á hasum økinum, tí tað er ikki fyrr enn í ár, at vit eru byrjaði at hugsa um filmsvinnuna meira ítøkiligt. Vit eru í gongd við at menna filmsvinnuna, og fara eisini at seta fokus á Føroyar sum filmsland, sigur Bjørn Kalsø, sum kortini ikki kann siga nakað um tær ítøkiligu ætlanirnar á hesum øki.