Elin Jacobsen er tænastuleiðari umborð á Smyrli.
- Vit fara at gera nógv burtur úr jólatúrinum í ár og veruliga royna at fáa fólk í jólahýri. Miðpunktið verður sjálvtøkuborðið hjá okkum, men vit fara eisini at hava barnaundirhald og livandi tónleik, sigur hon. Barnaundirhaldið verður við fívlinum Bubu og Niclas Hera Jákupsson, sum fer at lesa úr bókini Karlo og Luddi, meðan kend nøvn sum Hallur Joensen, Kristina Bærentsen, Evi Tausen, Beddi, Tróndur Enni og Uni Debess fara at standa fyri livandi tónleikinum.
Elin Jacobsen greiðir frá, at sjálvtøkuborðið er býtt í tríggjar partar.
- Vit hava tann heita krókin, har fólk finna dunnuna og nakkasteikina, sum jú hoyrir jólunum til. So hava við tað siðbundna borðið, har vit bjóða sovorðið sum kalvasalat, sild og breyðtertu. Og so hava vit nakrar serstakar rættir, sum eru heilsugóðir. Fólk av Smyrli vóru til eitt tiltak hjá Fólkaheilsuráðnum herfyri, úti á Landssjúkrahúsinum. Har varð greitt frá, hvussu ein kann gera heilsubetri kantinumat, og vit hava so tikið nøkur av uppskotunum til okkara og royna tey á sjálvtøkuborðinum hesar dagarnar, sigur Elin Jacobsen.
Elin Jacobsen sigur, at tey hava roynt at gera nógv burtur úr ávísum túrum fyrr. Okkurt árið hevur tað til dømis verið hvítusunnusiglingin. Seinast tey høvdu ókeypis sigling um Suðuroyarfjørð var í 2009.
- Vit vilja lokka fólk at koma báðar vegir og vóna, at eins og suðringar nýta høvi at fara norðureftir, fara norðingar at nýta høvi at koma suðureftir at vitja, sigur Elin Jacobsen.
- Vit hava lagt okkum eftir at bjóða okkurt til tey vaksnu, okkurt til børnini og so okkurt at eta. Og um fólki tørvar eitt stað at gista, so er eisini møguleiki at gista umborð á Smyrli, sigur hon.