Gera nú 32 nýggj hús á Argjum

Alt verður gjørt undir einum og selt í fríari sølu

Nú verður farið undir at gera 32 nýggj hús á Kongavarða á Argjum.

Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í gjárkvøldið.

 

Tórshavnar Býráð keypti ásinni eitt stórt grundstykki undir Kongavarða á Argjum frá Eik Banka fyri 14,5 milliónir krónur.

 

Talan er um øki, sum Valbjørn Dalsgaard í sínari tíð bygdi eina stóra verkætlan á, áðrenn felagið fór á húsagang.

 

Grundstykkini eru klár at byggja og nú hevur býráðið so samtykt at fara undir at gera húsini.

 

Og tað ger býráðið soleiðis, at tað verður ein arbeiðstakari, sum ger øll húsini. Tað er byggivirkið hjá Jóan Petur Vang, sum hevur keypt stykkini frá kommununi fyri níggju milliónir krónur. Og nú fer hann at gera húsini liðug, og síðani verða tey  seld í fríari sølu.

Tilsamans er talan um 32 hús, sum verða á útstykkingini og tey verða bygd sum tvíhús. 

 

Semja er ikki í býáðnum um hetta. Býráðslimirnir fyri Tjóðveldi vildi hava býráðið at grundstykkini skulu seljast eftir bíðilistanum.

 

Jógvan Arge hevur ført fram, at tað er ikki rætt, at Kommunan selur einum arbeiðstakara grundstykki, sum síðani selur tey aftur við vinningi, tí tað fer bara at gera tey dýrari hjá teimum, sum skulu byggja.