Nú er hann tveittur úr Javnaðarflokkinum

Sass Larsen ynskti at vera verandi limur í flokkinum, men nú hevur danski Javnaðarflokkurin tveitt hann út

Í dag hevur danski Javnaðarflokkurin tveitt Henrik Sass Larsen úr flokkinum.

Fyrrverandi ráðharrin er ikki longur limur í flokkinum, sum hann var við til at standa á odda fyri í áratíggju.

- Eg kann staðfesta, at floksstjórnin hevur út frá tí alment kenda málinum um keypið av barnamishandlingstilfari hjá Henrik Sass Larsen avgjørt at koyra hann úr Javnaðarflokkinum, sigur floksskrivarin Lasse Ryberg í skrivligari viðmerking til Ritzau.

Henrik Sass Larsen fekk boðini í dag.

Javnaðarflokkurin hevur áður biðið fyrrverandi politikaran um at fara úr flokkinum, eftir at málið um at hava barnamisnýtslutilfar kom undan kavi.

Hesum hevur Henrik Sass Larsen sjálvur greitt frá. Flokkurin stendur honum tó so mikið nær, at hann ikki vildi taka við boðunum, og hann valdi at vera verandi limur.

Men hesa loysnina var forkvinnan í flokkinum og forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, ikki nøgd við.

Hon váttaði fyri stuttum fyri fjølmiðlunum, at hon vildi hava Sass Larsen at leggja frá sær.

- Hetta er tað, sum vit hava mett sum tað mest rætta, segði Mette Frederiksen stutt við miðlarnar.

Nú hevur starvsnevnd floksins tikið stigið víðari og beinleiðis útihýst Henrik Sass Larsen úr flokkinum.

 

/Ritzau/