Gera onki fyri at minka um gjónna ímillum tey lágløntu og tey vælløntu

Javnaðarflokkurin ger onki fyri at minka um stættarmunin í Føroyum, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag

Landsfundur hjá javnaðarflokkinum

 Javnaðarflokkurin hevur svikið tey, sum hann var stovnaður til at verja. Ístaðin er hann rýmdur, hagar tær nógvu atkvøðurnar eru og tað er hjá akademikarunum og teimum væl løntu við almennum størvum.
Tað heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Joensen.
Hann heldur, at javnaðarflokkurin ger als onki fyri at minka um stættarmunin ímillum tað láglønta verkafólkið og tey við teimum betri lønunum.
 Eg havi mangan tosað um, at gjógvin ímillum stættirnar eigur ikki at dýpast, men tað verður hon alla tíðina, tí lønarhækkingar eru altíð í prosentum og ikki í krónum og eitt prosent av eini arbeiðaraløn er ikki tað sama sum eitt prosent av eini akademikaraløn og tí veksur stættarmunurin alla tíðina.
 Men í hesum sambandi hevur ongin hjálp verið at fingið frá javnaðarflokkinum.
Hans Joensen sigur, at ístaðin fyri at lætta byrðararnar hjá verkafólki, verða fleiri og fleiri avgjøld løgd á allar løntakarar, eitt nú hækkar vegskatturin.
 Tað er ikki ein samhaldsføst skipan. Vildi landsstýrið eina samhaldsfastaskipan, vórðu tyngri byrðar lagdar á teir vælløntu herðarnar, ístaðin fyri at at leggja líka tungar byrðar lagdar á øll.
Eitt annað dømi er oljuavgjaldið, sum kundi verðið ein veruligir lætti hjá verkafólki, men tað verður eisini tvíhildið um tað.
Eitt annað dømi er, at tey vælløntu fáa fleiri ferðir so høganskattalætta, sum tey lágløntu.

Svíkur tey, hann skuldi verja
Hans Joensen sigur, at sum støðan er í dag, hevur hann als ikki fatanina av, at javnaðarflokkurin arbeiðir til frama fyri tey, sum hann í síni tíð varð stovnaður til at verja áhugamálini hjá.
 Tey, sum flokkurin varð stovnaður til at verja áhugamálini hjá, dragna longur og longur afturúr, uttan at flokkurin ger nakað fyri at venda gongdini. Eg má siga, at sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag føli eg, at tað er ómetaliga torført at vinna verkafólkinum somu sømdir í samfelagnum sum tey vælløntu hava.
Eitt, sum hann hugsar um, er rætturin til at vera heima hjá sjúkum børnum.
 Tað hava alment lønt, men ikki verkafólk, men eg haldi, at skal ein samfelagsbólkur hava tey rættindini, átti ein lóg at verðið gjørd, sum gav øllum somu sømdir.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelagið sigur, at tá ið samgongan varð skipað, varð ein avtala gjørd um skattlætta og samhaldsfasta.
 Eg haldi, at hendan avtala er heilt av leið, tí sum tað vísir seg eru tað akademikararnir sum gera av, um tey lágløntu, sum ikki hava tey stóru ráðini at spara til eftirløn, skulu hava eina virðiliga eftirløn og tað átti javnaðarflokkurin ikki at góðtikið.
 Tað einasta rætta er at styrkja Samhaldsfasta munandi, so at øll kunnu fáa eina virðiliga eftirløn, leggur hann afturat.
Hans Joensen sigur, at hann kundi hugsa sær eina semju ímillum fakfeløg og politikarar um, hvussu lønarlagið skal vera og, hvussu lønin skal dagførast.
 Hetta kundi gjørt, at keypiorkan kundi vaksið og tað kundi eisini ført til, at vit fingu tað friðarligari á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis sum politikarar mangan hava lóknast eftir.
Men tað sær ikki út til at nakað hendir og tí verður tað ein galin endi hjá verkafólki, tí tey verða alsamt longur og longur sigld afturúr, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.