Gera pláss fyri 200 – 250 smábátum afturat í Havn

Men býráðslimur skilur ikki, hví tað er neyðugt at gera fleiri kanningar

Nú verður farið undir at fyrireika arbeiðið at gera nýggjan báthyl til smábátar í Havn. Bátahylurin verður í Álakeri við oljubryggjuna á Vestaru Vág, og har verður pláss fyri 200 – 250 bátum, alt eftir, hvussu stórir teir eru, og alt eftir, hvussu hylurin verður skipaður. 

 

Á fíggjarætlanini fyri í ár, eru tvær milliónir settar av til bátahyl í Álakeri, og nú hevur býráðið samtykt at játta 200.000 krónur til at gera simuleringar, tað merkir, at mátingar av aldu og streymi skulu gerast fyri at rokna út, hvussu hylurin skal fyri at tryggja, at tað verðury kyrt.

 

Tilsamans eru eini 550 bátapláss í  Havn og á Argjum, men tað er alt ov lítið, og tað er gravgangur á býráðið eftir at fáa bátapláss.

 

Og ætlanin at gera bátahyl í Álakeri er gomul, tí tað eru minst 15 ár síðani, at býráðslimir fóru at tosa um tað, og í 2006 var tað komið so mikið langt, at eisini tá vórðu simuleringar gjørdar. Men tær vórðu ikki brúktar til nakað og síðani er havnalagið nógv broytt, eitt nú  verður bygt munandi út, júst í hesum døgum.

 

Kanningar vísa, at útbyggingin, sum nú fer fram, fer at gera tað kyrrari í Álakeri, men býráðið heldur, at tað neyðugt við fleiri kanningum. Tað skilur Sjúrður Olsen, sum hevur sætið í býráðnum, fyri Boga Andreasen, sum er í farloyvi, einki av. Hann vísir á, at í sambandi við havnaútbyggingina, sum nú er, vórðu mest umfatandi simuleringar nakrantíð gjørdar. Tískil heldur hann, at tað er óneyðugt at gera fleiri kanningar, heldur enn at hava álit á teimum umfatandi kanningunum, sum longu eru gjørdar.

 

Men meirilutin í býráðnum sigur, at fakkunnleikin hevur mælt til at gera fleiri kanningar fyri at vita við fullari vissu, hvussu tað sær út, nú havnalagið er útbygt, so tað varð eisini samtykt í býráðnum. Men tað merkir so samstundis eisini, at hóast tað er samtykt at fara undir at gera bátahyl í Álakeri, verður tað ikki við tað fyrsta, at farið verður undir sjálvt arbeiðið.