Gera seg inn á spor frá dinosaurum

Sporini frá forsøguligu dinosaurunum, sum at kalla eru ómøgulig at endurskapa, vera oyðiløgd fyri ævir.

Amerikanska tjóðarlundin Red Fleet State Park í Utah, har vitjandi kunnu ganga í fótasporunum hjá útdeyðum dinosaurum, ger nú vart við, at vitjandi loysa steinar í grúsinum og kasta teir í eina á nærindis.

 

Tað skrivar tíðindastovan, AP.

 

Orsøkin til ónøgdina er, at sporini frá forsøguligu dinosaurunum, sum at kalla eru ómøgulig at endurskapa, á slíkan hátt vera oyðiløgd fyri ævir.

 

Sambært stjóranum fyri tjóðarlundina, Josh Hansen, hevur oyðileggingin av sporunum frá dinosaurunum serliga vundið upp á seg seinasta seks mánaðirnar.

 

So seint, sum herfyri, tók stjórin tveir ungar dreingir, sum júst tá vóru í ferð við at kasta eitt far av einari dinosauru tá í ánna.

 

- Tað eydnaðist mær at bjarga steininum, men longu tá høvdu teir kastað fleiri steinar úr dinosauru-sporinum í ánna, sigur stjórin sambært AP.