Gera seg klárar til fólkatingsval

Føroysku flokkarnir eru farnir at fyrireika seg til fólkatingsval, sum kann verða útskrivað í næstum.

Radikali flokkurin í Danmark hevur sett Mette Frederiksen stólin fyri hurðina og kravt, at hon í seinasta lagi 4. oktober skrivar út fólkatingsval. Tann dagin kemur Fólkatingið saman til næstu tingsetu.

 

Tað er í kjalarvørrinum av minkmálinum, at Radikali flokkurin krevur fólkatingsval.

 

Allir flokkar í Føroyum stilla upp, uttan Sjálvstýri. Sámal Petur í Grund, formaður floksins, segði við útvarpið í gjár, at Sjálvstýri vil heldur brúka orkuna til komandi løgtingsval.

 

Allir hinir flokkarnir hava sagt, at teir stillað upp – uttan Tjóðveldi, sum eins og undan hvørjum fólkatingsvali, tekur avgerðina á einum eyka flokstingi, sum verður í kvøld.

 

Á seinasta fólkatingsvalið vunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sessirnar, sum Edmund Joensen og Sjúrður Skaale vórðu valdi í.

 

Enn hevur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, einki sagt um, nær fólkatingsval verður, og tí er bara talan um gitingar.

 

Á seinasta fólkatingsvalið 5. juni í 2019 stillaðu allir flokkar upp uttan Miðflokkurin.

 

Tá var úrslitið hetta:

 

##med2##

 

##med3##