Spælilandið skal byggjast oman á parkeringsplássið við nýggju stórhøllina, sum verður bygd við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum. Tað skrivar Tórshavnar kommuna, sum eisini sigur, at kommunan í nógv ár hevur umbiðið eitt innandura spæliland.
– Kommunan ynskir við hesum at kanna, um privata vinnan hevur áhuga í at byggja eitt innandura spæliland. Eitt stað, har tað ongantíð regnar, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Okkum tørvar fleiri øðrvísi átøk í kommununi, millum annað tí okkara veðurlag merkir, at barnafamiljur og stovnar ikki verða beinleiðis eggjað til uttandura virksemi ein stóran part av árinum, skrivar kommunan.
##med2##
– Sostatt hevur almenningurin í nógv ár spurt eftir innandura spælilandi. Tílík spælilond eru at finna í flestu av okkara grannalondum. Spælilondini hóska nevniliga væl til norðurlendsku býirnar, sum í flestu førum kunnu flokkast sum vetrarbýir, ið hava langar og myrkar vetrar og lutfalsliga styttri summur við nógvum regni og vindi, skrivar kommunan, sum heldur, at eitt innandura spæliland kundi verið við til at samsýna hesar dagar.
Tað er í hesum sambandi, Tórshavnar kommuna ynskir at kanna, um privata vinnan er áhugað í at byggja eitt innandura spæliland. Eitt stað, har tað ongantíð regnar.
##med3##
Ætlanin er at staðseta spælilandið við Stórutjørn í Hoyvík. Kommunan hevur arbeitt við einari heildarætlan fyri ein heilt nýggjan býarpart við Stórutjørn. Ein partur av økinum er lagt av til ítrótt. Endaliga skipanin av ítróttaøkinum er ikki liðug enn, men fyrsta verkætlanin í økinum verður nógv umrødda Stórhøllin.
Fyri at gagnnýta lendið í økinum sum best, er ætlanin, at spæliland skal byggjast oman á parkeringsplássini við Stórhøllina.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##