Gera steðgipláss til bussar í Vági

Nú er ætlanin at gera eitt steðgipláss til bussar við skúlarnar í Vági.

Bæði kommunuskúlin og Miðnámsskúlin liggja lið um lið, men parkeringsviðurskiftini eru sera vánalig. Ikki minst er tað sera skubbut hjá teimum, sum koyra í og úr skúla við bussi. Tað er so trongligt, at tað er mangan ruðuleiki, og tað verður mett, at tað er ikki heilt vandaleyst at hava so vánaligar umstøður tá ið skúlanæmingar skulu í og úr skúla.

Vágs Býráð hevur í fleiri ár tosað um at gera eitt ordiligt steðgipláss til bussar við skúlarnar, men tað er ongantíð komið longri.

Men nú ætlar býráðið at nakað skal henda.

Á fíggjarætlanini fyri komandi ár hevur býráðið samtykt at seta 150.000 krónur av til eitt steðgipláss við skúlarnar til bussar.

Ætlanin er at gera steðgiplássið á stykkinum niðanfyri gomlu kommunuskrivstovuna og Miðnámsskúlan.

Ein trupulleiki hjá kommununi hevur verið, at tað er landið, sum eigur stykkið undir Miðnámsskúlanum.Býráðið hevur søkt fyri tveimum árum síðani um at fáa loyvi at gera steðgipláss har, men hevur ikki fingið svar frá landsumsitingini. Men nú verður so roynt aftur.