Næsta ár fer Vágs Býráð at taka eitt ordans tak fyri at bøta um vegirnar í Vegi
Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd í Vágs Býráð, sigur, at tilsamans skulu tríggjar milliónir brúkast til vegir.
Hetta fer at røkka til at gera ein stóran part av vegunum í Vági, sum ikki eru gjørdir nýliga, so tá ið tað er er gjørt, ver vegakervið í Vági í rættiliga góðum standi.
Eitt nú varð asfalterað fyri yvir fýra milliónir í fjør, tá var høvuðsvegurin og havnalagið asfalterað
Av størri vegagerðum sum skulu gerast næsta ár, kunnu nevnast
- Vegastrekkið úr Toftalíð og vestur í Toftar, tað er vegurin framvið Toftaryggjum, skal asfalterast og umvælast.
- Vegurin frá Kaju Jacobsen og niðan til Brynjolf Christiansen skal breiðkast og asfalterast
- Vegurin á Toppinum skal breiðkast.
- Vegur skal gerast av Marknoyri niðan til Eldrasambýli.
- Nýggj gongubreyt skal gerast av Gørðunum og út til Bethel.
Næsta takið verður at gera teir smærru síðuvegirnar.