Gerandisdagar við Ipkiss

Bólkurin Ipkiss úr Eysturoynni hevur givið út fløgu við 10 løttum og vælljómandi poppløgum. Ipkiss og sangarinnan Siri Hansen hava leikt í 3 ár og m.a verið við til Prix Føroyar og eru á savnsfløguni Rock í Føroyum 2, men nú er ein fløga við bólkinum sjálvum komin og hon nevnist Every Day

Fríggjadagin var lítil konsert í hølunum hjá Tutl á Kongabrúnni í Havn. Ipkiss við Siri Hansen á odda leikti løg av nýggju fløguni Every Day, ið kom út henda dag.

Ipkiss er ikki ókendur bólkur. Bólkurin hevur leikt í 3 ár og kom í finaluna í Prix Føroyar kappingini í 1997 og var við á savnsfløguni Rock í Føroyum 2.

Tónleikurin á nýggju fløguni er poppur og løgini minna um høvuðsrákið í poppinum, sum er frammi í løtuni. Bólkurin metur sjálvur, at stílurin hjá Siri kann sammetast við Madonnu og Kylie Minougue.

Tey, ið manna Ipkiss eru Siri Hansen, sang, Eyðun Larsen, keyboard, Andras Toftegaard, guitar, Hugo Leo, bass og Johnny Djurhuus, trummur.

Eyðun Larsen hevur skrivað øll løgini á fløguni, uttan eitt, ið Hugo Leo hevur skrivað. Bólkurin hevur í felag lagt til rættis og Siri hevur skrivað tekstirnar, ið eru á enskum, sum allar frágreiðingar á húsanum annars. Heitini á løgunum eru stutt og greið og løgini snúgva seg um gerandislív, góðar dagar, súrligar dagar, kærleika og kærleiksorg.

Every Day er upptikin í West River Recording í Havn og Regin Toftegaard hevur tikið upp og ljóðblandað. Tutl gevur út fløguna Every Day hjá Ipkiss.