- Gerandisdagurin liggur eftir á Argjum

Tað týdningarmiklasta er ikki, hvat tú hevur við, men hvat tú letur eftir, sigur Djóni Højgaard av Argjum

Djóni er fastur gestur á G! festivalinum, og hann hevur mist talið á, hvussu ofta hann hevur verið á honum.

 

- Eg kom hósdagin og búgvi hjá einum starvsfelag, sum býr her í Gøtu, sigur Djóni, sum til dagligt býr í Keypmannahavn, har hann lesur búskaparfrøði.

 

- Eitt summar uttan G! er sum Sea Shepherd uttan Paul Watson. Tað letur seg ikki gera. G! er fantastiskt, tí tónleikurin er góður, stemningurin er góður, og samfelagið er gott.

 

Umframt at lurta eftir tónleiki og tosa við fólk brúkar Djóni mangar løtur í heitu pottunum.

 

- Teir eru eitt ótrúliga gott kryddarí. Teir gera festivalin til nakað serligt. 

 

Djóni, sum sjálvur ger nógv við tónleik, virðismetir tónleikin á G! høgt

 

- Tey eru ógvuliga røsk at fáa nýggjan tónleik fram í ljósið. Bæði føroyskan og útlendskan, sum ger, at man tónlistarliga altíð fer ríkari heimaftur.

 

Tað, sum hevur størst týdning fyri Djóna, er ikki, hvat man hevur við á festival – man hvat man letur vera eftir við hús.

 

- Eg havi latið allar skyldur, arbeiði og dagligdagin vera eftir heima, soleiðis at festivalurin verður notin til fulnar, sigur Djóni avgjørdur at enda.