Guðrun Durhuus, limur í Sosialistisk Ung
------
Akademikaraflokkur
Gerhard Lognberg sigur, at Javnaðarflokkurin er blivin ein akademikaraflokkur. Fyrst og fremst, so er alt samfelagið vorðið meira akademiskt, so tað er ein sjálvfylgja at flokkarnir verða ávirkaðir av hesum. Síðani sigur Gerhard, at hann ynskir at arbeiða fyri tann meininga føroyingin (báðar útsagnirnar vóru í Degi og Viku aftan á floksleiðslufundin, leygardagin 2. nov). Tað er onki galið í tí, hetta er eisini tað sum Javnaðarflokkurin ynskir og ger, men sambært Norðlýsinum, so heldur Gerhard, at limirnir í Javnaðarflokkinum 'als ikki kenna til hvussu hesi (arbeiðararnir) í veruleikanum hava tað'. Tað ger Gerhard? Hóast hann fór til skips sum 13 ára gamal, so má sjálvt Gerhard ásanna, at samfelagið hevur broytt seg; hvussu skal hann betra um korini hjá arbeiðaranum? Hvussu fær hann hóming av, hvussu korini hjá arbeiðarinum eru, tá hann situr sum løgtingsmaður og borgarstjóri? Er hetta starvið hjá tí meininga arbeiðandi føroyinginum? Eg loyvi mær sjálvari at siga nei, tað er tað ikki.
Vítt til veggja, høgt til loftið?
Javnaðarflokkurin hevur pláss fyri øllum samfelagsbólkum, og øllum ið ynskja at VIRKA fyri javnaðarhugsjónini. Gerhard hevur fleiri ferðir víst á, at hann ikki stuðlar flokkinum og ei heldur formanninum, sum er valdur av flokslimunum. Eitt nú ynskti hann at trælarbinda alt tað føroyska samfelagið, í fleiri ár, so hann kundi fáa 150 mió. til Sandoyartunnilin - Hvussu er hetta samhaldsfast? Kanska, tað er samhaldsfest mótvegis sandoyingum, men IKKI millum føroyingar, sum er tað, ið Javnaðarflokkurin ynskir. Aftrat hesum: Síðani 2011 hevur Gerhard eisini víst á, at hann stuðlar ikki mentanarstuðlinum (Her skrivaði eitt nú ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, SU, eitt lesarabræv um, at tey tóku frástøðu frá hugsjónini hjá Gerhardi) og hann stuðlaði heldur ikki flokkinum í misálitinum á løgmann.
Tjóðveldi?
Gerhard sigur eisini, at Javnaðarflokkurin rennur aftan á Tjóðveldi. Tá tveir vinstravendir flokkar sita í andstøðu saman, er tað tá ikki natúrligt at arbeiða saman? Hvønn annan hevur Javnaðarflokkurin at samstarva við (umframt Framsókn, sum flokkurin eisini hevur arbeitt saman við, í teimum málunum har semja er)? Sambandsflokkurin er mest sum handlingsleysur, og fylgir Fólkaflokkinum? Fólkaflokkurin er ikki ein flokkur, ið Javnaðarflokkurin eigur at kunna samstarva við, serliga ikki við tí politikkinum, sum Fólkaflokkurin førir í løtuni. Tí er tað bara natúrligt, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi samstarva, eisini tí samgongan ikki loyvir andstøðuni við í uppskotum.
Hvussu við hinum?
Síðani hava nógv víst á, at Kristin heldur ikki atkvøddi við flokkinum í samband við misálitið á løgmanni. Kristin hevur ikki verið ósamdur við flokkinum annars, og hevur bert sitið sum tingmaður í tvey ár. Tað er ikki sømiligt at tveita onkran úr flokkinum, tí hann ikki atkvøðir fyri EINUM uppskoti, hóast hetta var eitt sera týdningarmikið uppskot. Gerhard er og verður ein lokalpolitikari á tingi, og tað sæst aftur, í hansara politisku hugsjón, sum ov ofta stríðir ímóti hugsjónini hjá Javnaðarflokkinum í Føroyum.
Veikir formenn?
Til tykkum, ið kritisera Jóannes Eidesgaard fyri ikki at hava koyrt Gerhard úr flokkinum áðrenn; Jóannes hevur víst á, at hetta var skeivt. Hann viðgongur, at hann gjørdi ein feil, og sigur at hann hevði gjørt tað øðrvísi, um hann hevði møguleikan. Tað er nokk! Síðani til núverandi formann. Aksel V. Johannessen stendur ikki einsamllur í hesum málinum. Heksajagstranin eftir formanninum, ið bert hevur lurtað eftir sínum limafeløgum er blivin ov ógvuslig. Hetta er ikki bert ein avgerð, formaðurin hevur tikið, men ein avgerð (næstan) øll limafeløgini hava tikið. Mest sum allur Javnaðarflokkurin stendur aftan fyri hesa avgerð, tí einaferð má tað vera nokk. Aksel er og verður okkara formaður! Flokkurin hevur fult álit á Akseli at bera flokkin fram og gjøgnumføra okkara hugsjón! Tað skal ongin ivi vera um tað.
Eg ynski Gerhardi alla eydnu í framtíðini, men tíverri er hugsjón hansara ikki tann, ið Javnaðarflokkurin umboðar, á ov nógvum økjum.