Gerhard Lognberg: Ríkisfelagsskapurin í vanda

Er hetta verða tað vit koma at kenna okkara ríkisfelagsskap fyri, so er okkara samarbeiðið í vanda, og tað er stórt spell.

 

Danmark eigur at bakka Føroyar upp, tí vit eru í ríkisfelagsskapi, alt annað er ómøguligt.

 

So er spurningurin

Kann tað lata seg gera at føroyska fólkatingsumboðið stuðlar eini danskari stjórn? Nei tað haldi eg ikki, sjálvt um eg ongan møguleika havi fyri at ávirkað tað, ella sera lítlan.

 

Hetta er álvarsamt

ES bjóðar Føroyum av til kríggj, skulu vit vinna hetta kríggj, so er tað bara við Guds hjálp og ongum øðrum, tí hetta eru tveir ymiskir partar á stødd, tað eru vit væl saktans samd um.

 

Mín áheitan til Sjúrð Skaale skal tí verða, at hann eigur at taka seg úr samarbeiðinum hann er í, eitt gamalt orðatak sigur: “eingin kann tæna tveimum harrum”, men sjálvsagt er tað best um Sjúrður klárar at samráða seg fram til at Danmark ikki setur ES lógir í gildi ímóti Føroyum, tí vit eru partur av danska ríkinum. Tað er stór skomm fyri Danmark, um tað hendur at teir stuðla einum ES boykott.

 

Vit kunnu ikki lata sum einki, ímeðan ES traðkar á okkum og Danmark samtykkir.

 

Mín vón skal verða, at orðini sum H.C. Hansen segði niðri á Oksakletti í Skopun í 1957: “Der skal altid være en udstrakt hånd fra den danske stat til det Færøske folk”.

 

Til seinast vil eg heita á føroysku myndugleikarnar, um at royna at fáa partarnar til samráðingarborðið aftur.

 

Mín meining er at føroyingar hava rætt til at veiða tað ríkidømi sum svimur í føroyskum sjógvi.

 

Heilsan

Gerhard Lognberg

løgtingsmaður