Fyrrverandi Spice Girls-stjørnan, Geri Halliwell, er ør eftir at fáa fatur á George Clooney og Brad Pitt.
Tá ið væl umtóktu barnabøkurnar hjá Geri Halliwell ?Ugenia Lavender? í næstum verða gjørdar til film, vil fyrrverandi sangstjørnan sera fegin hava George Clooney og Brad Pitt til at leika í filmunum.
- Eg havi ikki hitt Brad Pitt, so eg vænti ikki at kunna fáa hann við, men eg vil so fegin hava lekra George við. Eg havi ein persón í bókini, sum eitur Bradley Litt og ein, sum eitur Dr. Clooney, sum tekur ímóti lítlasystrini hjá Ugenia í einum handli. Gita, hvørjir persónar hesir skulu líkjast?
Halliwell, sum sjálv ætlar sær at leggja rødd til høvuðspersónin, Ugenia, ætlar sær eisini at royna at fáa bretsku fótbóltsstjørnuna, Wayne Rooney, at vera partur av verkætlanini. ? Crazy Trevor, vinmaðurin hjá Ugenia í røðini, minnir meg sera nógv um Wayne Rooney ? bæði í útsjónd og verumáta. Eg vóni veruliga, at hann vil leggja rødd rolluna. Eg havi eina kenslu av, at hann hevði viljað gjørt tað fyri stuttleika.