Fyrstu Oyggjaleikirnir vóru hildnir á Isle of Man í 1985, og síðani hava teir verið hildnir í ymiskum oyggjasamfelagnum annað hvørt ár. Í 1989 vóru leikirnir í Føroyum, og tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu. Síðani fyrstu leikirnar er undirtøkan fyri teimum bara vaksin. Til fyrstu leikirnar vóru 15 oyggjar við. Eini 700 ítróttarfólk kappaðust í sjey ymiskum ítróttargreinum. Síðani er nógv hent. Í ár verður kappast í 15 ítróttargreinum, og 24 oyggjar eru umboðaðar. Talið á ítróttarfólkum er væl omanfyri 2000.
Tosað hevur verið um, at føroyingar skulu royna at fáa leikirnar aftur til Føroya, men tað er ongantíð komið eitt veruligt boð frá føroyingum um hetta. Ein orsøk er, at leikirnir eru nógv meira krevjandi at halda nú, enn teir vóru í 1989, tá ið føroyingar vóru vertir. Í 1989 vóru 800 ítróttarfólk úr 15 oyggjum við, og kappast varð í 11 ítróttargreinum. Tá ið hugsað verður um støddina á leikunum nú, og hvat teir kunnu verða um fýra ella seks ár, so er tað ein sera krevjandi uppgáva at hýsa hesum leikum. Talið á ítróttarfólkum nærkast tí trífalda av tí, sum var við í Føroyum í 1989, og krøvini til kappingarumstøður eru eisini nógv størri. Tí er tað ikki bara sum at siga tað at hýsa Oyggjaleikunum, og skulu føroyingar bjóða seg fram av álvara, er neyðugt við einum felags átaki hjá tí føroyska samfelagnum ? ikki bara nøkrum ítróttarfeløgum ella sersambondum.
Eitt stendur tó rimmarfast ? líkamikið hvussu tað verður við Føroyum sum vertum fyri leikunum ? føroyingar fáa nógv burtur úr Oyggjaleikinum. Kappingarnar til hesar leikir eru fyri tað mesta á slíkum stigi, at føroyingar kunnu bjóða seg fram og vera við. Í summum ítróttargreinum eru vit eisini við heilt har frammi, vinna gull og onnur heiðursmerki og eru annars við heilt fram til avgerandi dystirnar og kappingarnar.
Kappingin er nógv harðnað hesi 20 árini, leikirnir hava verið hildnir, og føroyingar vinna ikki longur so nógv heiðursmerki, sum teir gjørdu til onkrar av leikunum. Støðið millum ítróttarfólkini hækkar í hvørjum, og tí er eisini neyðugt hjá føroyskum ítróttarfólki at renna skjótari, leypa hægri og vera sterkari. Avbjóðingin er har annað hvørt ár, tað ber væl til at fylgja gongdini hjá okkum og øðrum, og so er tað spurningurin hjá hvørjum ítróttarfólki sær, hvørjum felag og hvørjum sersambandi at skapa so góðar umstøður sum gjørligt kring sína ítróttargrein. Ein miðvís venjing og menning er neyðugt, um føroyingar skulu bjóða av í kappingunum um gullmerki, og møguliga er tað eisini neyðugt við einum meira yvirskipaðum átaki, soleiðis sum formaðurin í Oyggjaleikanevndini hevur róð fram undir.
Í øllum førum byrjar øll menning hjá tí einstaka ítróttarfólkinum, og so er tað uppgávan og avbjóðingin hjá øllum, sum vilja taka við hesum, at syrgja fyri teimum best møguligu umstøðunum at venja, kappast og mennast undir.
Nú standa vit við gáttina til teir 11. Oyggjaleikirnar, 130 føroysk ítróttarfólk verða við í Hetlandi, og vit vilja nýta høvi til at ynskja øllum góða eydna. Gerið tykkara besta!
Sosialurin