Henrik Gerster verður venjari hjá hondbóltskvinnunum í Klaksvík komandi tvey árini. Tað váttar formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarson, fyri Norðlýsinum.
Gerster gjørdist av álvara eitt navn í føroyskum hondbólti seinast í 80'unum, tá hann sum spælandi venjari var um reppið at leiða H71 til FM-gullið.
Júst H71 var eisini felagið, sum hann vendi aftur til, tá hann eftir nøkur ár í týskum og donskum hondbólti aftur kom til Føroya. Síðani hevur hann fest búgv her á landi, og umframt H71 hevur hann eisini vant menninar hjá Kyndli og VÍF umframt kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VÍF. Fyrru ferðina hann var í Stjørnuni, var steðgurin trý ár, og tá varð úrtøkan trý gull í steypakappingini og tvey í landskappingini.