Tá ein framsýning sum »Hendur & Hugflog« verður sett upp ár eftir ár, so er altíð ein vandi fyri, at tað skjótt kann gerast ov einstáttað hjá bæði framsýnarum og vitjandi, um ikki eitthvørt nýtt er á skránni á hvørjum ári.
Ikki tí, føroysku framleiðararnir eru sera stinnir til tað tey takast við, men havast má í huga, at tað alla tíðina skal veða nakað nýtt at koma eftir hjá teimum vitjandi.
Hetta var eisini í huganum hjá fyrireikarunum í fjør, og úrslitið var, at Erik Olsen, varð boðin til Føroya at verða við, sum fyrsti gestaframsýnarin.
Tað er neyvan at rokna við, at Erik Olsen fór skuffaður av aftur landinum, tí tað gekk framúr væl hjá honum í fjør.
Áhugin fyri bási hansara var stórur og nógv fólk vitjaðu inn á gólvið.
Fræga úrslitið í fjør gav fyrireikarunum blóð á tonna til at halda fram, men hesaferð valdu tey at bjóða íslendskum gestaframsýnarum við.
Í sambandi við, at tríggir føroyskir listhandverkarar vóru við á framsýning í Reykjavík fyrr í ár, tosaði fyrireikingarbólkurin við tríggjar íslendskar kvinnur um at vera gestaframsýnarar á framsýningini, sum nú letur upp, og tær tóku allar av.
Og ikki kann sigast annað enn, at fyrireikararnir hava verið hepnir, tí tað er talan um framúr góðar íslendskar handverkarar.
Slóðbrótandi leirlist
Kolbrún Björgólfsdóttir, ella Kogga, sum hon verður rópt í Íslandi er ein gestaframsýnari.
Kogga er eitt tað kendasta leirlistfólki, íslendingar eiga. Hon er sera væl dámd sum listafólk, og er nógv umbiðin úti í heimi.
Hon hevur havt framsýningar kring allan heim, men samstundis er hetta fyrsta ferðin, at hon er í Føroyum.
Kogga sigur við Sosialin, at hon gleðir seg at vera við á framýningini, serliga tí, at hon altíð hevur havt nógv samband við Føroyar.
? Eg eri fødd á eysturlandinum, og har havi eg havt samband við nógvar føroyingar, men hóast tað, so havi eg ongantíð verið í Føroyum, sum listhandverkari, sigur hon.
Kolbrún Björgólfsdóttir hevur verið slóðbrótandi innan sína list. Hon hevur lært í Íslandi, Danmark og Amerika og gjørdi, sum fyrsta leirlistafólk av at royna at liva av síni list.
Hetta hevur eftir øllum at døma hilnast væl, og at íslendingar eru stoltir av henni sæst kanska best við, at íslendska flogfelagið Iceland Air selur »Egg Snjófuglsins« umborð á flogførum sínum.
Leður og
náttúrusmyrsl
Afturat Koggu koma eisini Ólöf Matthíasdóttir og Ásta Sýrusdóttir til Føroya.
Ólöf arbeiðir við leðri og ger pløgg og ymsar aðrar smálutir.
Ásta Sýrsusdóttir arbeiðir harafturímóti við náttúruvørum, sum eru gjørdar úr íslendskum urtum.
Eisini hesar báðar eru framúrskarandi á sínum øki, og eru sera spentar upp á hvussu undirtøkan fer at vera.