Fíggjarkreppan hevur havt við sær, at nógvir danir hava mist pengar og summir nógvar pengar, og fleiri hava nú hug at geva ráðgevunum í bankunum skyldina. Kent Petersen, sum er formaður í fakfelagnum hjá bankastarvsfólki í Danmark, sigur við JyllandsPostin, at nógvir bankaráðgevar fáa ákoyringar frá misnøgdum viðskiftafólkum, og at tað kann gerast í so ógvusligt viðhvørt.
Eitt nú hevur Danske Bank skrásett 21 tilburðir, har viðskiftafólk hava verið fyri harðskapi ella hóttanum, og har vænta tey at fáa fleiri tilburðir av hesum slagnum afturat seinni.