Geva hvørjum øðrum skyldina fyri oyðilagda byrging

Ukrainar siga, at tað var russiski herurin, sum sprongdi vatnbyrgingina - helst í panikki fyri at bremsa ukrainskum mótálopum í Kherson-økinum.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er sambært tíðindastovuni Reuters kunnaður um, at Kakhovka-byrgingin í Kherson-regiónini í Ukraina er oyðiløgd, og at vatnið fossar úr byrgingini.

 

Ukrainar siga, at tað var russiski herurin, sum sprongdi vatnbyrgingina - helst í panikki fyri at bremsa ukrainskum mótálopum í Kherson-økinum.

 

- Hetta er ein yvirgangsatsókn og eitt krígsbrotsverk, og prógvini fara at verða løgd fyri ein altjóða dómstól, siga ukrainskir myndugleikar á Telegram.

 

Russland vísir aftur, at tað er herurin hjá teimum, sum hevur sprongt byrgingina. Russar halda uppá, at talan var um eitt ukrainskt rakettálop, sum gjørdi av við byrgingina.

 

Sambært guvernørinum, sum Russland hevur sett í Kherson-fylkinum, Vladimir Saldo, oyðiløgdu ukrainar sjálvir byrgingina fyri at skava útyvir miseydnað álop í eystara parti av Ukraina.

 

##med2##

 

Sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass, sum Reuters endurgevur, lupu ukrainar á byrgingina við krússararakettum av slagnum Storm Shadow, sum Ukraina hevur fingið úr Bretlandi.

 

Hvørki útsagnirnar hjá Russlandi ella Ukraina eru váttaðar av óheftum keldum. Kakhovka-byrgingin var sambært útlendskum keldum 30 metrar høg og meira enn tríggjar kilometrar breið. 

 

##med3##

 

 

 

 

 

Vatnstøðan í býnum, Nova Kakhovka, er økt við umleið 10 metrum niðanfyri oyðiløgdu byrgingina.