Havi nevnt tað fyrr, og lat meg siga tað aftur, heimaútróðurin er so gott sum allur samansettur av eldri monnum, sum hava havt eitt langt lív á sjónum, og nú teir eru blivnir eldri, hava fingið sær ein útróðrarbát at lívbjarga sær og familjuni við, menn,sum ikki eru komnir í pen-siónsaldur. Hetta kemur best til sjóndar við at telja teir útróðrarmenn, sumeru undir 40 ár. Teir kansttú telja á einari hond, sjálvtum ein fingur manglar. Tað sigur eitt sindur umaldursbýtið á teimum, sum reka útróður. Hvat skulu hesir menn, sum hava ein dýran bát, liva av? Teir hava onga fasta løn og heldur onga pensión sum tit.
Havi sjálvur ikki gingið á nørum lærdum háskúla og lært um, hvussu fiskursvimur, ella hvussu nógv rivjabein, ein toskur hevur, men havi fingist við fiskari í heili 56 ár, harav 36 ár undir Føroyum, hvar eg havi roynt bæði við troli og húki, og geri tað enn.
Havi altíð roynt at skilt tað, sum fyrigongur bæði á botni og omaná, og tað, sum ein upplivir á sjónum. Tí fari eg at seta politikarum og tykkum á Havstovuni nakrar spurningar, sum eg eisini væntimær at fáa svar uppá.
1. Er tað ovurfisking avbólki 5, at lundapisan doyr í holuni og deyður lundi er at síggja á hvørjum fjørði og sundi iFøroyum?
2. Er tað ovurfisking avbólki 5, at ongin ternupisa og ritupisa kemur undan á lívi?
3. Er tað ovurfisking avbólki 5, at slett ongin nebbasild er til, tað, sum toskurin annars skal liva av?
4. Er tað ovurfisking avbólki 5, at toskurin á innaru leið er so rak, at hann er vánalig søluvøra? Alt hetta síggja vit hvønn dag.
Dómadagsprofetiir fiskifrøðinga
Kunnu politikararnir og Havstovan svara okkum upp á hesar spurningar? Tað hava vit krav uppá, vit, sum liva á hesum klettum.
Seinast í 80unum og fyrst í 90unum var slíkt fiskaloysi undir Føroyum, sum er verri enn nú. Tað var stórur ágangur frá ICES, frá Havstovuni og búskaparfrøðingum, ja, sjálvt danski statsministarin Poul Nyrup Rasmussen kom upp í leikin. Tá skuldi toskafiskiskapurin ikki bara minka, men hann skuldi niður á null.
Grundgevingin var tann, at stovnurin var so illa fyri, at hann ikki kom fyri seg aftur. Tíbetur vóru teir politikarar, sum tá sótu og ráddu fyri borgum, av eini heilt aðrari stoyping, og ikki sum teir ryggleysu, ið nú leypa á, hargarðurin er lægstur og hevna seg inn á útróðrarmannin. Føroyingar fingu tá loyvi at fiska sjálvt um lítið og onki var at fáa.
Men í 1994 fór at bragda, og kom toskur aftur í stóran mun. Hann var bæði stórur og feitur, og bleiv tað til størstu uppgangstíð í Føroyum, sum menn vita um. Og hvat segði so tann etableraða fiskifrøðin, tá fiskur var at fáa aftur? Jú, teir høvdu mett skeivt, sum teir so ofta gera, og so vóru teir leysir av øllum ávaringum, inntil næstu ferð, tá teir aftur byrjaðu síni dómadagsprofetiir, og soleiðis kunnu teir halda áfram uttan nakra mótstøðu.
Eitt skúladømi uppá, hvussu nakrar strikur og kurvar, sum eru gjørdar á tí heitu og turru skrivstovuni, er, at nógvir fiskidagar eru óbrúktir, og tað verður kallað luft í systeminum. Tá er ikki tikið hædd fyri, at í veturhevur verið so vánaligt veður, sum menn næstan ikki vita um, og av hesi orsøk hava bátarnir bert brúkt eina helvt av teimum døgum, sum teimum er tillutað.
Tað svakasta av øllum er, tá uppleggið til brúksskyldu verður, at um ein ikki brúkar 80% av døgunum, so missir man eftirfylgjandi fiskidagarnar. Hetta kann eggja monnum til at leggja so nógv fyri, at kanska onkur bátur ein illveðursdag ikki ber boð í bý.