Norrøna
Í tíðindaskriv sigur Smyril Line, at tey nú hava nærlisið frágreiðingina frá Skipaeftirlitinum um óhappið hjá Norrønu tann 15. januar í ár.
Ein av spurningunum, sum tá varð reistur, var, hvussu arbeiðsviðurskifitni hjá Ólavi Hovsgarð, skipara, skuldu skipast framyvir.
Reiðaríið hevur nú bjóðað távrandi skiparanum annað starv á skrivstovuni hjá Smyril Line, har tað er tørvur á royndum og góðum kreftum til tær uppgávur, sum liggja fyri framman.
- Ólavur Hovsgarð gevst sostatt sum skipari hjá Smyril Line, og reiðaríið takkar honum fyri trúgva tænastu á sjónum, stafestir Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivinum, sum hóskvøldið varð sent fjølmiðlunum.