– Eg havi givið mær sjálvum í mesta lagi tvær vikur til at finna eina loysn á trupulleikanum við vegunum til og frá Eysturoyartunlinum.
Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samfersðlumálum. Tað hevur verið eitt ógvuliga umstrídd mál, hvussu vegirnir ímillum Havnina og Hvítanes og vegurin frá tunlinum igjøgnum Runavík, skulu skipast, eftir at Eysturoyartunnilin er tikin í brúk.
Longu í 2016, tá ið Heðin Mortensen sjálvur, var borgarstjóri í Havn, varð ein avtala gjørd ímillum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar Býráð, um vegin av tunnilsmunnanum á Hvítanesi til Havnar, men hon er ikki fylgd.
Og nú Heðin Mortensen varð landsstýrismaður í samferðslumálum týsdagin, segði hann, at eitt tað fyrsta hann setti sær fyri, var at loysa hetta málið. Og longu nú í morgun hevur hann havt fund við umboð fyri Tórshavnar býráð, Runavíkar Býráð, og Landsverk, um málið.
– Tað var ein góður fundur, har vit hava tosað um teir møguleikar, sum eru, sigur hann. Hann fer ikki í smálutir, men hann sigur, at nú vita allir partar, hvat skal gerast hesa næstu tíðina.
Hann sigur, at hann fer nú at taka saman um, og at hann hevur givið sær sjálvum í mesta lagi tvær vikur, so skal ein eindalig loysn liggja á borðinum, og tá verður aftur fundur við partarnar.
Hann sigur, at í hesum sambandi skal so eisini ein ítøkilig tíðarætlan, og ein ítøkilig kostnaðarætlan, leggjast, og so er ætlanin at taka tey fyrstu stigini, kanska longu í ár, men í hvussu so er næsta ár.
Hann sigur, at tað er greitt fyri øllum pørtum, at vegirnur verða ikki liðugur, tá ið tunnilin er liðugur, men nú fáa vit so eina greiða tíðarætlan, sigur hann. Men hvussu long hon verður, kann hann heldur ikki siga.
Hóast hann ikki vil fara í smálutir, sigur hann at talan er bæði um at finna eina loysn á vegnum frá tunnilsmunnanum á Hvítanesi, til Havnar, og at finna eina loysn á vegnum frá tunnilsmunnanum á Toftum ígjøgnum Runavík. Í hesum sambandi ætlar hann eisini, at fáa so góða nyttu, sum gjørligt burtur úr grótinum, sum kemur úr tunlinum, tí tað er ókeypis tilfar.
Í Runavík er talan um vegin ígjøgnum Runavík, og í Havnini er talan um vegin heilt av Hvítanesi í Krákugjógv, oman fyri Hotel Føroyar. Hugsað verður eisini um at leggja ein part av úr Villingardali, í Krákugjógv, í ein tunnil, leggur hann afturat.
Í hesum sambandi verður eisini ein treyt, at Tórshavnar býráð og Runavíkar Býráð, gera sær greitt, hvussu nógv tey eru sinnaðar at seta av á fíggjarætlanini hjá kommununum til endamálið hesi næstu árini. Og tað sama er galdandi fyri Løgtingið, tí ein spurningur, greiðast skal fáast á, er, hvat er landsvegur, og hvat er kommunalur vegur, sigur Heðin Mortensen.