Geytavirðisløn: Nýggir, føroyskir stuttfilmar verða vístir fram

Nú klokkan 19:30 verður Geytatiltakið í Norðurlandahúsinum, har nýggir føroyskir filmar verða vísti fram, og har bestu filmarnir verða heiðraðir.

Høvuðsvirðislønina hesaferð stuðlar Runavíkar kommuna. Vinnarin av Geytavirðislønini fær umframt heiðurin 35000 krónur.

Áskoðaravirðislønina letur Tórshavnar kommuna. Hon er 25.000 krónur.

20 filmar komu inn til Geytakvøldið í kvøld, og dómsnevndin hevur valt 8 filmar út.

Geytakvøldið verða úrvaldu filmarnir sýndir eftir hesi skrá:

Klippfiskvinnari 2019
PÁPAR MUGU IKKI FORSKREKKJAST - Jónfinn Stenberg

 

GEYTIN: úrvaldu filmarnir 2020

VIÐ FYRSTA EYGNABRÁ - Esther á Fjallinum 2019

VERKIR (partur 1 av 3) - Theresa & Karina Jákupsdøtur 2019

HVÍ ERU VIT HER? - Búi Dam & Dánjal á Neystabø 2019

ÓSØGD ORÐ - Nóllywood 2019

TRØLLABEIGGI Gudmund Helmsdal 2019

THE RIVER - Atli Brix Kamban 2019

SMOOTHIE BABY - Nóllywood 2019

VIT/KENSLUR - Nóllywood 2019