Geytin 2019: Sára Wang

Filmurin "Et visit" hjá Sáru Wang er um ein psykiatara, hvørs lívsmynd verður bjóða av.

Filmurin "Et visit" hjá Sáru Wang er tilnevndur filmsvirðislønina Geytan 2019. Sára er fødd í 1993, og hevur tikið filmsútbúgving á KBH film og Fotoskole. í 2015 var filmurin "Slitið saman", sum hon leikstjórnaði saman við Mariu Winther Olsen, eisini í tilnevning til Geytan. Hetta er sostatt aðru ferð at ein filmur hjá Sáru Wang er við í kappingini um føroysku filmsvirðislønina.

 

Hvat snýr filmurin seg um?

 

- "Et visit" snýr seg um psykiataran Evu. Ein morgun fær hon ein nýggjan sjúkling. Tað, sum í byrjanini sær út sum ein rutinuuppgáva, vísir seg at vera ein stór avbjóðing hjá Evu. Filmurin er eitt drama við einum glimti í eyganum, sum viðger tann mátan, vit reagera uppá, tá okkara lívsmynd verður bjóðað av.

 

Hvussu fanst tú útav, at tú vildi gera filmar?

- Eg havi altíð fortalt søgur. Sum barn gjørdi eg lítlar teknifilmar við Paint og Moviemaker. Men tað var ikki, fyrrenn eg møtti Mariu Winther Olsen, sum eisini er leikstjóri, at eg veruliga fór í holt við at gera stuttfilmar. Fyrsta filmin gjørdu vit í 3.g, og síðan havi eg ikki slept tí aftur.

 

Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur?

- Eg fái íblástur nógva staðni frá. Ofta eru tað einstakar senur í einum, sum vekja hugskot og tankar. Eg elski at nørdast við, hvat tað er, sum fær eina senu til at rigga. “Better Call Saul” er ein sjónvarpsrøð, eg havi fingið nógvan íblástur av í seinastuni.