Maria Tórgarð vann báðar virðislønirnar, Geytan og Áskoðaravirðislønina. Aftanfyri síggjast foreldur hennara, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð. Mynd: Finnur Justinussen/Leit

Geytin: Maria Tórgarð vann báðar virðislønirnar

Við filminum »Mammuskepilsi« vann Maria Tórgarð bæði Geytavirðislønina og Áskoðaraviðrislønina

Maria Tórgarð vann báðar virðislønirnar, Geytan og Áskoðaravirðislønina. Aftanfyri síggjast foreldur hennara, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð. Mynd: Finnur Justinussen/Leit

Við rørandi filminum um sálarsjúku og mammu sína vann Maria Tórgarð bæði Áskoðaravirðislønina og Geytavirðislønina á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í kvøld.

Níggju filmar vóru tilevndir til ársins Geyta-tiltak. Teir vóru: 

•    Thomas Koba við filminum, “Áin”

•    Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við filminum, “Hendir her”

•    Maria Tórgarð við filminum, “Mammuskepilsið”

•    Anna Joensen-Næs við filminum, “Sansa”

•    Eir í Ólavsstovu við filminum, “Tað er ikki synd í mær”

•    RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre) við filminum, “TREGI” 

•    Maria Winther Olsen við filminum, “Vælkomin heim”

 

Dómsnevndin segði soleiðis:

 

“Vinnarafilmurin í kvøld er ein makaleyst fortald lagnusøga. Stuttfilmurin grípur hyggjaran frá byrjan, og við kønari hond verða vit boðin innar at vitja undir umstøðum, sum allan vegin kennast eins ektaðar og virðiligar, sum tær kunnu vera uppskakandi. Við hegni og dirvi leiðir leikstjórin okkum innar, har óviðkomandi ikki vanliga hava atgongd. 

 

Hesin heimildarfilmur er ein samansett perla sum virðiliga, hjartaliga og inniliga ber seg allan vegin á mál.”

 

Geytavinnarin fær 55.000 krónur frá Runavíkar kommunu, og vinnarin av Áskoðaravirðislønini fær 50.000 krónur frá Tórshavnar kommuna. Hesar báðar vinningarnar fekk Maria Tórgarð fyri filmin um mammu sína, Katarinu Nolsøe, sum eisini er sjónleikari, eins og pápin, Hans Tórgarð.

Hesi eru í kapping um virðislønirnar Geytin á 40.000 kr, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 40.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.

 

Á tiltakinum í kvøld heiðari Filmsfelagið eisini Jón Hammer, leikstjóra, við heiðurslønini Andøvsfiskinum.

 

Aftan á Geytatiltakið í Norðurlandahúsinum er afterparty í OY.

 

##med15##

##med16##

 

##med17##

 

##med14##

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

 

 

Maria Tórgarð vann báðar virðislønirnar, Geytan og Áskoðaravirðislønina. Aftanfyri síggjast foreldur hennara, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð. Mynd: Finnur Justinussen/Leit

Maria Tórgarð og Jón Hammer, sum vann heiðurslønina hjá Filmsfelagnum, Andøvsfiskurin. Mynd: Finnur Justinussen/Leit

Maria Tórgarð Mynd: Finnur Justinussen/Leit