GÍ vann 4. deild

Fótbóltur: Gøtumenn hava næsta ár lið í øllum mansdeildunum

FÓTBÓLTUR: Næsta kappingarár hevur GÍ lið í øllum mansdeildunum. 3. deild hevur vunnið sær uppflyting í 2. deild (meiri um tað í blaðnum í morgin), og 4. deild flytir upp í 3. deild.

Í finaluni spældi GÍ móti B36, og teir vunnu.

Á liðnum í 4. deild vóru spælarar, sum áður hava roynt seg í fremstu røð. Millum annað Per Dalheim, Petur Páll Mikkelsen og Poul Ennigarð.

Eftir finaluna klagaði B36 GÍ at hava brúkt ólógligar spælarar, men kæran var afturvíst av FSF.

B36 hevur framvegis møguleika at flyta upp í 3. deild, tí teir skulu spæla tveir dystir móti 3. deildarliðnum hjá B71 um eitt pláss í 3. deild næsta ár.