Giannis Antetokounmpo avgjørdi NBA

Millwaukee Bucks eru NBA vinnarar. Tað er greitt, eftir at teir í nátt vunnu 105-98 á Phoenix Suns, og harvið tryggjaðu sær sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1971

Millwaukee Bucks eru NBA vinnarar. Tað er greitt, eftir at teir í nátt vunnu 105-98 á Phoenix Suns, og harvið tryggjaðu sær sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1971. Phoenix Suns mistu harafturímóti møguleikan at vinna kappingina á fyrsta sinni.

 

 

 

Lykilin til sigurin má sigast at vera Antetokounmpo, ið vann heili 50 stig til Bucks í nátt. Hann rakti heili 17 av 19 fríkøstum sínum, og eru tað annars júst hesi, ið hann er nógv kritiseraður fyri at brenna. Fólk siga allatíð, at eg ikki megni at skjóta fríkøst, men í kvøld mótprógvaði eg hesum. Eg eri meistari nú, sigur ein glaður Antetokounmpo.

 

Sami maður hoppaði runt á gólvinum, tá ið 20.sek vóru eftir at spæla. Hann fekk lív í fjøldina, sum frammanundan hevði larmað og stuðlað liðnum í fleiri tímar.

 

 

 

Fyri Suns fjepparar var tað óivað hart at síggja venjaran, Monty Williams, tí hann feldi fleiri tár og var týðiliga vónbrotin eftir dystin. Eg vildi hetta meira enn nakar annar, men tað gekk ikki, segði Williams.