Gibraltar megnaði javnleik móti Wales

Niðurlond vunnu stórsigur á Kanada

Hóskvøldið spældu fótbóltslandsliðini hjá Gibraltar og Wales venjingardyst í Algarve í Portugal. 

 

Undan dystinum hevði Gibraltar tapt 13 dystir á rað við málúrtøkuni 0-50. Tað er serliga 0-14 tapið fyri Fraklandi í EM-undankappingardysti í Nice 18. november í fjør, sum skemmir málmunin hjá Gibraltar.

 

Men hesaferð framdu leikararnir hjá Gibraltar eitt ótrúligt bragd við einum 0-0 javnleiki móti Wales.

 

Wales var risastórur favorittur, men walisar megnaðu ikki at skora móti Gibraltar, ið fagnaði úrslitinum sum ein stóran sigur. 

 

Niðurlond vunnu í venjingardysti á heimavølli á De Kuip leikvøllinum stórsigur 4-0 á Kanada. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki.

 

Úrslit frá venjingardystum leiktir hóskvøldið:

 

Niðurlond-Kanada 4-0 (0-0)

1-0 Memphis Depay ('50 )

2-0 Jeremie Frimpong ('57 )

3-0 Wout Weghorst ('63 )

4-0 Virgil van Dijk ('83 )

 

Gibraltar-Wales 0-0