Gilli argar norðmenn: Vit smyrja tykkum av

Norðmenn eru slopnir at smakka góða suðuroyarhumorin hjá Gilla Rólantssyni aftaná EM-lutakastið

Allir fótbóltshugaðir norðmenn kenna Gilla Rólantsson, ið vann bronsu saman við liðfeløgunum í Brann Bergen farna kappingarár í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá tað var greitt, at Føroyar og Noreg endaðu í sama EM-undankappingarbólki koyrdi Gilli Rólantsson hesi boðini út á Twitter: "Vi kommer til å knuse dere, Norge", skrivaði Gilli á Twitter, og tað var vorðið sum hvøkkur fyri norðmenn, ið ikki eru kunnugir við góðan suðuroyarhumor.

 

Í samrøðu við Bergensavisen sigur Gilli um at enda í bólki saman við Noregi, Svøríki, Spania, Rumenia og Malta: - Vit eru sera væl nøgdir við lutakastið. Serliga tað, at vit komu í bólk saman við Noregi og Svøríki. Tað passar okkum fínt. Eg haldi fast við, at Noreg fer at fáa tað ógvuliga torført ímóti okkum. Noreg kemur at møta okkum á einum lítlum og intimum vølli, og teir koma at møta einum liði, har allir eru góðir vinmenn. Vit stríðast fyri hvørjum øðrum. Tað verður torført fyri bæði Noreg og Svøríki. 

 

Og so leggur Gilli aftrat við góðum suðuroyarhumori: - Eg vænti Spania vinnur bólkin, og so koma Svøríki, Rumenia og Noreg at stríðast um annað plássið. So er spurningurin hvønn av teimum trimum vit fara at oyðileggja tað mest fyri, sigur ein flennandi Gilli við Bergensavisen.