Føroyski landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson, er í løtuni í samráðingum við norska felagið hjá sær, Brann Bergen, um nýggjan sáttmála. Partarnir eru ikki komnir á mál enn, men fyribils hugsar tvøramaðurin bara um Brann Bergen.
-Vit tosa ikki um milliónir, sum skilja okkum, men um smærri upphæddir. Men støðan er at vit blíva ikki samdir. Nú er tað upp til Brann, sigur Gilli Rólantsson við In.fo í dag.
Gilli Rólantsson skifti til til Brann Bergen frá AaB í Danmark í august í 2016. Hann hevur nú eitt ár eftir av sáttmálanum.
- Fyribils hugsi eg bara um Brann Bergen, men teir eru komnir við trimum boðum, men vit blíva ikki samdir. Tað snýr seg smápengar, piparnødir, sigur Gilli Rólantsson.
Skjóti vongurin er í hesum døgum í Føroyum, har hann hevur vetrarsteðg.