Gilli á beinkinum

Føroyski landsliðsleikarin má taka til takkar við at byrja á beinkinum í kvøld.

Gilli Rólantsson er byrjaður inni á vinstra bakki hjá AaB fýra teir fyrstu dystirnar í ár, men nú má hann aftur taka til takkar við einum plássi á beinkinum.


Talan er um heimadystin í Superliguni ímóti Esbjerg nú kl.18.00, har Jakob Ahlmann nú aftur hevur fingið møguleikan á vinstra bakki.


Um tað eydnast AaB at vinna í kvøld, so gera teir eitt lop heilt upp á 2. plássið. Dysturin verður vístur beinleiðis á TV3 Sport 1.