Gilli eisini endaður í sóttarhaldi

Venjaraskiftið skuldi verða ein nýggj byrjan fyri Gilla, men hann endaði í sóttarhaldi

Gilli Rólantsson hevur ikki verið partur av hópunum hjá Brann seinastu dagarnar. Hann er í sóttarhaldi og skal ikki verða saman við spælarunum fyrr enn hann hevur verið testaður. Gilli Rólantsson hevur verið í samband við persón, sum hevur koronu, men hann hevur ikki sjúkueyðkenni, skrivar tv2.no.

Føroyski landsliðsspælarin gleddist annars um venjaraskiftið í felagnum, eftir at Lars Arne Nilsen bleiv koyrdur. Trongisvágsingurin var á svartalista hjá nú fyrrverandi venjaranum, og vónaði at hetta skuldi verða ein møguleiki fyri at sleppa upp í part aftur. Tað verður so ikki fyrr enn um tvær vikur.

- Gilli hevur gjørt alt rætt í hesi støðuni. Hann boðaði okkum frá tíðliga. Vit hava tamarhald á støðuni og hann hevur ikki verið í samband við nakran spælara ella nakran í felagnum, síðani hann bleiv útsettur fyri smittuvandanum. Vit fylgja gongdini tætt og tosa við dagliga, sigur Magnus Myntevik, lækni hjá Brann.

Gilli Rólantsson er fyribils í sóttarhaldi. Hann hevur bara spælt fimm dystir í ár. Allir sum innskiftari. Brann hevur ikki sett nýggjan venjara, men tað verður í næstum, sigur tv2.no.