Gilli er á beinkinum

Tríggir av lyklaspælarunum hjá TB eru ikki millum teir fyrstu ellivu ímóti B68, sum er plágað av skaðum

Nú klokkan 15 er fyrsta bríksl við Stórá í Trongisvági, har TB hevur vitjan av B68. Tvøroyrar Hornorkestur feirar í hesum døgum 45 ára stovningardagin, og tað verða blástir bæði TB sangurin og Tvørasangurin undan dystarbyrjan.

 

Hjá TB er tað merkisvert, at Gilli Rólantsson Sørensen er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á TB beinkinum saman við eitt nú miðvallaranum Markus Thorberg. Samudeen Musah er als ikki við í dag.

 

B68 er illa darvað av skaðum. Onkrir av teimum, sum hava verið skaddir, eru við at koma fyri seg aftur. Eitt nú er Alex Mellemgaard, ið hevur verið plágaður av bruna í skinnabeininum, á beinkinum í dag.

 

TB - B68: Rúni Olsen kl. 15.00