Gilli Sørensen var við á ferðini hjá AaB, sum týskvøldið skuldi spæla seinna dystin í seinasta Champions League-undandystunum áðrenn bólkaspælið ímóti Apoel Nicosia. Tann fyrri av dystunum, sum var á heimavølli, endaði við 1-1-javnleiki.
Hóast Gilli var við á ferðini, so varð hann ikki úttikin til endaliga 18-mans hópin. Hann mátti tískil sita á áskoðaraplássunum og hyggja eftir liðfeløgunum, sum vórðu avhølvaðir 4-0.
- Tað er sjálvandi ikki stuttligt at vera áskoðari til ein so stóran dyst, fyrst og fremst. Vit gera tríggjar persónligar villur, ið kosta tey trý fyrstu málini, og tað er alt ov vánaligt. Vit spældu ein fínan fyrra hálvleik, men seinni hálvleikur var undir alt lágmark, sigur Gilli, sum tó viðgongur, at teir taptu ímóti einum betri liði.
Hóast Gilli júst er byrjaður at venja fótbólt aftur eftir ein drúgvan skaðasteðg, so er hann í føroyska landsliðshópinum, sum Lars Olsen hevur úttikið til dystin ímóti Finnlandi á Tórsvølli 7. september.
- Eg føli meg kláran. Eg mangli gott nokk eitt sindur av dystarvenjing, men eg havi fingið tríggjar dystir og havi vant ótrúliga hart síðani eg kom aftur frá skaðanum, sigur Gilli Sørensen.