Gilli er vónbrotin um egið avrik

(Rás2) Gilli R. Sørensen er sera sjálvatfinningarsamur aftaná 0-0 javnleikin ímóti Lettlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Gilla R. Sørensen í Mixed Zone á Tórsvølli aftaná 0-0 javnleikin ímóti Lettlandi.

 

Gilli R. Sørensen brendi ein risa málmøguleika ímóti dystarenda, og tað nívir hann. Eins og Atli Gregersen er Gilli R. Sørensen harmur um, at hann og liðfelagarnir ikki kundu geva fantastisku fjepparunum ein sigur.

 

Gilli R. Sørensen er sera sjálvatfinningarsamur um egið avriki, og hann greiðir frá, at pápi hansara risti við høvdinum, tá hann fór yvir at heilsa uppá pápan, tá dysturin var liðugur.