Gilli er við í hópinum hjá AaB

Gilli Sørensen er við í hópinum hjá AaB, sum í annaðkvøld skal spæla hálvfinalu í donsku steypakappingini.

Tað gongur sum eftir ánni hjá danska felagnum AaB. Umframt at felagið liggur nummar 1 í bestu donsku deildini, hevur liðið eisini leikt seg í hálvfinaluna í donsku steypakappingini.

 

Føroyski Gilli Sørensen spælir fyri danska oddaliðið. Hóast Gilli ikki er skrásettur fyri nakran dyst fyri AaB enn, eru útlit fyri at hann kann fáa sínar fyrstu minuttir í annaðkvøld.

 

Gilli Sørensen skifti til AaB aftaná kappingarárið í Føroyum í fjør og í uppstartinum gekk eisini sera væl hjá Gilla. Tíverri fyri Gilla, so hevur Gilli havt ein skaða í fótinum at drigist við í seinastuni, men nú er føroyski landsliðsleikarin so klárur aftur.

 

AaB spælir hálvfinalu í annaðkvøld móti AC Horsens, ið spælir í næstbestu donsku deildini. Tískil má AaB metast sum stórur favorittur til dystin.